Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Einvegis ferðsla í finaluni

FA Cup finala ímóti Newcastle United á Wembley 4. mai 1974

Liðuppstillingin hjá Liverpool: Ray Clemence, Tommy Smith, Alec Lindsay, Phil Thompson, Peter Cormack, Emlyn Hughes, Kevin Keegan, Brian Hall, Steve Heighway, John Toshack, Ian Callaghan. Eykaleikari: Chris Lawler (kom ikki inn). Felagsstjóri: Bill Shankly

Liðuppstillingin hjá Newcastle United: Willie McFaul, Frank Clark, Alan Kennedy, Terry McDermott, Pat Howard, Bobby Moncur, Jimmy Smith (Tommy Gibb 75), Tommy Cassidy, Malcolm Macdonald, John Tudor, Terry Hibbitt. Felagsstjóri: Joe Harvey

100.000 áskoðarar sóu finaluna.

VEGURIN TIL FA CUP FINALUNA

Vegurin til ensku FA Cup finaluna er rættiliga serstakur. Kappingin er kend fyri ein heilt ótrúligan fótbóltshýr og ikki minst spenning; uttan mun til, um tey bestu liðini møta einum 4. deildarliði. Í 1974 vann Bristol City t.d. á Leeds United – og fleiri onnur stórlið hava snávað á vegnum til fótbóltsins “mekka”. Hóast tey fremstu liðini náa Wembley, so er tað ikki vist, at tey vinna – árið fyri (í 1973) tapti Leeds (enn einaferð!) 0-1 fyri Sunderland úr 2. deild!

Liverpool mátti eisini kýta seg bæði í 3. og 4. umfari. Fyrst møtti Liverpool liðnum, sum ikki gjørdi nokk fyri at knýta Kevin Keegan at hópinum, Doncaster, og Keegan syrgdi eisini fyri, at Liverpool fekk ein umdyst á Anfield, tá hann skoraði bæði málini í 2-2 javnleikinum. Í 4. umfari møtti Liverpool fyrrverandi felagnum hjá Shankly, Cardiff, á heimavølli. Fyrri dysturin endaði 0-0, meðan Liverpool vann 2-0 á útivølli. Í 5. og 6. umfari vann Liverpool 2-0 og 1-0 á ávikavist Ipswich Town og Bristol City.

Í hálvfinaluni skuldi Liverpool møta syndapláguni, Leicester, á Old Trafford. Dysturin endaði 0-0 og so mátti ein umdystur til. Liverpool vann 3-1 aftan á eitt dreymamál frá Keegan. Toshack lobbaði bóltin upp um teirra verju og upp um Keegan, sum í viðrenning heilfluktaði bóltin í málið til 2-1. Toshack staðfesti seinni finaluplássið við einum fríleypara til 3-1. Aftan á dystin helt Shankly tað vera ”óskiljandi”, at Keegan, sum tá bert hevði spælt tveir landsdystir, ikki var fastur maður á enska landsliðnum. ”Tað er nærum revsivert. Í veruleikanum er tað sum at heingja ein ósekan mann,” helt felagsstjórin fyri. Nú bíðaði Newcastle í finaluni.

Les eisini...  Dagføring: faðirin verður nú leyslatin

EINVEGIS FERÐSLA Í FINALUNI

Hóast Liverpool hevði spælt sær av við meistaraheitið, so reistu teir seg aftur sum eitt óløgi við at vinna á Newcastle í FA Cup finaluni. Keegan skoraði tvey og Heighway eitt, tá the Magpiesvórðu bukaðir 3-0.

Í mun UEFA Cup finaluna 1973, hevði Liverpool gjørt nakrar útskiftingar og broytingar á liðnum. Tommy Smith varð fluttur út á høgra bakk í staðin fyri tann í fótbóltshøpi gamla Chris Lawler. Tann tekniskt sterki og framskygdi Phil Thompson tók plássið frá Larry Lloyd í miðverjuni og mannaði miðverjuna saman við Emlyn Hughes, ið varð fluttur aftur frá miðvøllinum. Hetta skuldi seinni vísa seg, at teir báðir mannaðu eina av sterkastu miðverjununum í enskum og europeiskum fótbólti, bæði í klubbfótbólti og í landsliðshøpi! Brian Hall tók plássið hjá Emlyn Hughes á miðvøllinum, men í fyrra hálvleiki riggaði uppstillingin tó ikki sera væl. Alec Lindsay fekk kortini frátikið eitt mál í fyrra hálvleiki, tá hann fluktaði bóltin upp í handaru síðu á málinum, men fekk misvísandi frátikið málið fyri rangstøðu (hann fekk bóltin frá einum mótstøðuleikara og Kevin Keegan hevði onga ávirkan á spælið).

Í 2. hálvleiki fangaði Kevin Keegan ein leysan bólt uttan fyri brotsteigin hjá Newcastle, hann lyfti bóltin upp í loft og hálvfluktaði hann inn í høgra tríkant, við McFaul flákrandi í luftini. McFaul fekk fingrasniprarnir á bóltin, men megnaði ikki at halda bóltinum – 1-0 til Liverpool.

So var túrurin komin til Steve Heighway. Aftaná ein lítlan driblitúr, har hann rundaði 3-4 mans, setti bóltin í øvutu síðuna, har hann rann, eftir jørð, har sum McFaul ikki røkk – 2-0 til Liverpool – nú var bara ein spurningur um støddina av sigrinum.

Les eisini...  Í dag verða tað Newcastle og Everton fjepparir í studio og pr. telefon

Bólturin ferðaðist frá manni til mann, byrjaði við Tommy Smith í høgri verjusíðu, allan vegin fram til baklinjuna hjá Newcastle, uttan at ein Newcastle leikari nært bóltin í 1-2 minuttir. – Tommy Smith náddi fram við til baklinjuna og legði bóltin eftir jørð inn fyri málið og við handaru stong var Kevin Keegan fyrstur á bóltinum og nært við einari bleytari innanrusíðu við bóltin, sum trillaði inn í netið – ljóst og liðugt hjá “Super Mac” og Newcastle.

Ein fullkomiliga uppiborin og ruddiligur sigur til Liverpool! Hvat kanst tú so brúka ein tílíkan dyst til? Jú, man hyggur eftir hvørja evnaríkar leikarar mótstøðuliðið hevur (Alan Kennedy og Terry McDermott), hyggur hvussu teir menna seg við árunum, og gera teir tað gott, so kann man keypa teir!

Kevin Keegan stjól pallin frá “Super Mac”

Í FA Cup finaluni ímóti Newcastle vísti Keegan, at tað var ikki heilt burturvið, at hann ikki var fastur á landsliðnum. Áleyparin skaraði framúr allastaðni á vøllinum framman fyri teimum 100.000 áskoðarunum á Wembley, og alla tíðina var hann ein leik framman fyri hinar. Í 58. minutti byrjaði hann málveitsluna við einum nýggjum vælfyrireikaðum fluktara, áðrenn Heighway økti til 2-0. Liverpool sat á dystinum, og við tí síðsta málinum til 3-0 vísti liðið veruligt álopsspæl fram. Keegan byrjaði tað sjálvur við einum síðuskifti, og síðani spældu Smith, Hall og Heighway seg fram til baklinjuna. Tað flata innleggið endaði hjá Keegan, sum bara skuldi seta innarusíðuna á, og ein ovurfegin Emlyn Hughes kundi lyfta FA Cuppina út móti fjepparunum.

Les eisini...  Vælafturkomin Trent

Nýggja málhetjan í enskum fótbólti, Malcolm “Super Mac” MacDonald, hevði reypandi sagt við allar ensku fjølmiðlarnir í døgunum undan finaluni, at hann einsamallur fór at “søkkja” Liverpool – eg meini tað! – neyðars “Super Mac” og Newcastle!!!

Skjótt vísti tað seg, at Kevin Keegan stjól pallin frá “Super Mac” Malcolm MacDonald, sum ikki fekk eitt bein til jørðina ímóti sterku verjuni hjá Liverpool! Liverpool vann 3-0!

Tað var gott, at Liverpool skuldi venja vikuna eftir; so slapp Ray Clemence eisini at nerta við bóltin.

Bill Shankly takkaði fyri seg

Eftir síðsta bríkslið í finaluni skróvaði luftin av sigursøsing í skiftingarrúminum hjá Liverpool á Wembley. Leikararnir skálaðu í sjampanju og sveittutir klemmaðu teir hvør annan, meðan Bill Shankly sat í einum króki burtur í øðrum heimi og merkti eftir innaní. Tað var her, umgirdur av sínum unga, evnaríka liði og aftaná eina av sínum stoltastu stundum fyri Liverpool, at hann tók eina avgerð, sum hevði verið á veg tað seinasta árið.