Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Viðmerkingar til lesarabrævið “Norðurlandahúsið – mentanarhús ella pornoklubbur fyri børn” 

LGBT finst at lesarabrævinum á Vágaportalinum, ið hartaðið Norðurlandahúsið fyri at leggja hús til millum annað søguløtu við drag


Fyri 19 døgum síðani var Faroe Pride á skránni. Tá savnaðust fleiri túsund fólk í havnargøtum og fagnaðu ymiskleikanum og varpaðu ljós á teir trupulleikarnar, sum LGBT+-fólk hava í Føroyum. LGBT+ Føroyar vísti á, at okkara fremstu mál eru at arbeiða fyri løgfrøðiligum kynsskifti og at basa haturstalu. Tá vit siga, at LGBT+’arar eru fyri haturstalu, verður ofta sagt, at vit eru ov sart og tola einki av, og bara tí mann er ósamdur, so er tað ikki haturstala. Tey, sum siga hetta, hava ofta misskilt, hvat vit meina við, tá vit siga haturstala. 
 
Hvat meina vit, tá vit siga haturstala? 
Eitt gott dømi upp á haturstalu sóu vit í einum óhugnaligum lesarabrævi á VP.fo, har skrivarin samanber LGBT+’arar við pedofilar og blottarar og kallar kynsskifti fyri óndskap. Skrivarin leggur dent á, at hetta er nakað, sum børn mugu verjast ímóti. Lesarabrævið leggur eisini Norðurlandahúsið undir at hava tiltakið “Søguløta við Siriously Drag” fyri at “tilfredsstilla Lgbt rørsluna”. 
 
Vit vilja tí koma við nøkrum viðmerkingum til lesarabrævið. 
 
Ymiskir felagsskapir 
Tað er Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF), ikki LGBT+ Føroyar, sum skipar fyri hesum tiltakinum í sambandi við, at festivalurin verður í Norðurlandahúsinum 7. – 10. september.  
 
LGBT+ Føroyar tekur fult undir við tí megnararbeiði, sum Faroe Islands International Minority Film Festival ger fyri minnilutar, og LGBT+ Føroyar hevur eisini eitt tiltak á festivalinum, men hetta eru tveir ymiskir felagsskapir. Tað er tí heldur ikki LGBT+ Føroyar, sum er fyriskipari. Hetta merkir, at tá ið persónurin skrivar, at LGBT-rørslan fer at hava “ónæriligar filmsframløgur,” er hetta ósatt. 
FIMFF hevur eina breiða skrá, og tey hava eisini eina barna- og ungdómsskrá, sum er hóskandi fyri yngri aldursbólkar. Tey fara ikki at vísa ónærisligar filmar fyri børnum, og tað er ikki farligt hjá børnum at læra um LGBT+’arar. 
 
 
Tvørkynd og kynsskifti 
Lesarabrævið inniheldur eisini nógv ósannindi um tvørkynd. Millum annað verður sagt, at mann í USA og øðrum londum hevur loyvt smábørnum at skifta kyn. Hetta er ikki satt, og er heldur ikki tað, sum LGBT+ Føroyar arbeiðir fyri, tá vit snakka um løgfrøðiligt kynsskifti. Vit ynskja, at tað skal vera møguligt hjá tvørkyndum, sum eru myndig, altso yvir 18 ár, at fáa løgfrøðiligt kynsskifti í Føroyum. 
 
Tað er okkara vón og ynski, at tíðin við lesarabrøvum, hvørs endamál er at spreiða hatur og ótta og niðurgera minnilutar, skjótt er ein farin tíð, og so vóna vit, at nógv fólk fara til tey fantastisku tiltøkini á FIMFF.