Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bilførari ávirkaður av rúsevnum

Í gjár varð ein bilførari tikin í norðurøkinum, tí illgruni var um at hesin var ávirkaður

Løgreglan var úti og kannaði ferðsluna í gjár.

Beint eftir midnátt varð ein bilførari tikin í norðurøkinum, tí illgruni var um, at hesin bilførari var ávirkaður av rúsdrekka. Men tað vísti seg ikki at vera rúsdrekka, men hinvegin av hassji.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at blóðroynd varð tikin av viðkomandi, sum so skal avgerða, um talan verður um ein treytaðan dóm og bót.

Í ferðslulógini paragraf 15 stendur, at tað er eitt nullmark fyri tilvitsávirkandi evnum ella rúsevnum.

Kanningar hava staðfest, at er førari ávirkaður av rúsevnum, so økir hetta munandi um vandan fyri ferðsluvanlukkum. Serstakliga verður vandin øktur, um rúsevni verða tikin saman við rúsdrekka.

Revsingin at koyra ávirkaður av rúsevnum er tann sama sum revsingin fyri rúsdrekkakoyring.