Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein lítil grind í Vestmannasundi

Ein lítil grind er fráboðað í Vestmannasundi, men avgerð er tikin um ikki at halda hana til

Ein lítil grind var fyrrapartin í dag fráboðað í Vestmannasundi, men hon verður ikki hildin til.

Tað er ikki eydnast FM1 at fáa fatur á Jens Jensen, sum í løtuni røkir sýslumannaembæti í Vága, Sandoyar og Streymoyar sýslum, men vakthavandi á løgreglustøðini váttar, at sýslumaðurin hevur tikið avgerð um at lata grindina sleppa.

Sýslumaðurin hevur tosað við grindaformenninar í Vestmanna og í Leynum, og har er ovmikið av grind í løtuni.

Sýslumaðurin hevur eisini verið í sambandi við Havstovuna, sum hevur sýnt áhuga fyri at merkja grindina, um hon kemur inn á sandin í Vestmanna.

Tað var tó bert ein bátur hjá grindini, tá hon varð fráboðað, og grindin verður ikki rikin, sigur vakthavandi.

Tað er tí ikki greitt, hvørt grindin verður merkt ella ikki.