Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Flogbóltssambandið nýggjan samskipara

Flogbóltssamband Føroya hevur sett Poulinu Øregaard Isaksen í starv sum samskipara og skrivstovufólk

Flogbóltssamband Føroya hevur fingið ein nýggjan samskipara.

Tað er Poulina Øregaard Isaksen, ið er sett í starv sum samskipari og skrivstovufólk.

Poulina er úr Klaksvík. Hon leikti síni ungdómsár flogbólt við Mjølni og eisini við besta kvinnuliðnum hjá felagnum, inntil hon gavst í 2012.

Fyrstu stóru uppgávurnar hjá henni verða at leggja allar lands- og steypakappingarnar til rættis, fáa gongd á flogbóltsskúlan aftur eftir summarsteðgin og at skipa NEVZA kappingarnar fyri U17 og U19 í oktober.

Frameftir verða tað Ian Dam, stjóri, og Poulina, sum fara at hava dagliga virksemið hjá Flogbóltssambandinum um hendi.

Poulina byrjaði í starvinum hjá Flogbóltssambandinum mánadagin 14. august, og hendir hetta í sambandi við, at Jana Jacobsen tann 1. september fer í annað starv. 

Kelda: Flogbóltssamband Føroya