Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dávið Ryan í holt við at gerast altjóða flogbóltsdómari

Flogbóltssamband Føroya hevur í eina tíð arbeitt við at fáa altjóða dómarar, og úrslitið er, at Dávið Ryan nú hevur verið á altjóða dómaraskeiði í Bulgaria, sum er partur av tilgongdini at gerast altjóða dómari

Skeiðspartin, sum er tann tungi parturin, er Dávið liðugur við, og nú skal hann út at fáa praktiskar royndir í døming og til síðst fáa undirskrift frá trimum dómaravenjarum.

Næstu tvey árini fer Dávið Ryan regluliga at fáa dystir sum fyrsti- og annardómari, har dómaravenjarar viðhvørt eru til staðar og eygleiða og at enda seta sína undirskrift á altjóða dómaraprógvið hjá honum.

– Tá ið hann hevur fingið tríggjar undirskriftir, verður hann útnevndur altjóða dómari. Vanliga tekur hetta millum hálvtannað og tvey ár, skrivar Flogbóltssambandið.

23 ára gamli Dávið Ryan er annars av góðum bergi brotin, skrivar Flogbóltssambandið, tá tað kemur til døming, tí foreldrini eru Rúna og Jan Hentze, sum hava dømt í bestu deildini í Føroyum í ein mansaldur. Jan var eisini fyrsti – og higartil einasti – altjóða dómari í flogbólti, Føroyar hava havt. Prógvið fekk hann í 2004, og í eini tíggju ár røkti hann altjóða dómaragerningin og dømdi 79 altjóða dystir.