Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Andrass Thomsen er nýggjur UEFA-umboðsmaður

Hósdagin var Andrass Thomsen UEFA-umboðsmaður til ein dyst í Conference League

Føroyar hava fingið ein nýggjan UEFA-umboðsmann.

Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá í dag.

Andrass Thomsen var hóskvøldið UEFA-umboðsmaður til dystin í EUFA Conference League millum Swift Hesperange úr Luksembourg og FK Struga úr Norðurmakedonia.

Við nýggja umboðsmanninum hava Føroyar fimm UEFA-umboðsmenn tilsamans, sigur Fótbóltssambandið.

UEFA umboðsfólk til dystir hava ábyrgd av at tryggja, at dysturin verður væl avgreiddur í samsvari við kappingarreglurnar hjá UEFA, umframt at umbóðsfólkið skal tryggja sær, at trygdarreglur og vaktarhald inni og uttan fyri leikvøllin verða hildnar.