Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lítil grind í Hvannasundi í gjár

Ein lítil grind legði í gjár beinini í Hvannasundi. Í sambandi við drápið leitaði løgreglan eftir føraranum av einari dronu, ið fleyg omanfyri, men hetta eydnaðist ikki

Ein lítil grind legði í gjár beinini í Hvannasundi.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at grindin svam í tveimum bólkum og varð fráboðað í Svínoyarfirði stutt eftir klokkan 16 í gjár.

Avgjørt varð at reka grindina til Hvannasunds, har hon varð hildin til.

Í sambandi við drápið fekk løgreglan fráboðan um, at onkur fleyg við dronu oman fyri drápið, og av tí at tað er ikki loyvi at flúgva við dronu í bygdum øki, fór løgreglan til Hvannasunds fyri at vita, um til bar at finna viðkomandi, ið fleyg við dronuni.

Tað eydnaðist ikki løgregluni, og vakthavandi ger greitt, at løgreglan veit ikki at siga, um talan var um ein útlendskan ella føroyskan dronuførara.

Seðlarnir til grindina komu út klokkan sejy í morgun, og sambært Portal.fo varð býtt í drápspartar.