Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 er úti av Evropa

B36 tapti í gjárkvøldið 2-0 fyri Rijeka úr Kroatia, soleiðis at Rijeka kom samanlagt víðari við málmuninum 5-1

B36 spældi sín seinna dyst á útivølli móti Rijeka úr Kroatia, har B36 skuldi venda eitt 3-1 tap fyri kroatiska liðnum, men hóast B36 mundi loypt hvøkk á kroatiska heimaliðið og áskoðararnar longu í fyrsta minutti, tá Bjarki Nielsen fekk ein góðan kjans at leggja B36 á odda 1-0, so var tað lítið, ið teir hvítu úr Havn megnaðu at gera við Rijeka.

Tvey mál komu í dystinum, men tað var heimaliðið, Rijeka, ið fekk tey bæði – við eitt sindur av hjálp frá Magnusi Egilsson í fyrra málinum.

Rijeka vann tí samanlagt 5-1, og tað merkir, at nú er tað bara KÍ eftir í Evropa, har KÍ er tryggjað eitt bólkaspæl í heyst, men spurningurin er, hvørt tað verður bólkaspæl í Europa League ella í Conference League.

KÍ skal nú spæla tveir play off-dystir móti Sheriff Tiraspol úr pro-russisku enklavuni í Moldova, Transnistria.

Fyrri dysturin verður spældur á Tórsvølli komandi hósdag.