Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Linda ynskir at vera fyrimynd fyri aðrar kvinnur

Líka síðan Linda Vest Niclasen var heilt lítil, so hevði hon ein dreym um at gerast flogskipari. Í morgun vitjaði hon Go´morgen Danmark hjá TV2, har hon greiddi frá, at tað mangla kvinnuligar fyrimyndir innan flogskiparavinnuna

Fyri Lindu Vest Niclasen úr Sørvági hevur tað altíð verið ein dreymur hjá henni at gerast flogskipari.

Í dag hevur hon arbeitt sum flogskipari í seks ár, men ferðin hartil hevur ikki verið løtt. Hon var nær við at gevast at fylgja sínum dreymi, tí hon manglaði aðrar kvinnuligar flogskiparar at spegla seg í.

Hetta greiddi hon frá í morgunsendingini hjá danska TV2, Go´morgen Danmark, har hon eisini segði, at hon ynskir at vera ein fyrimynd fyri aðrar kvinnur, so fleiri kvinnur velja at taka útbúgvingina sum flogskipari.

Tað verður roknað við, at í heimshøpi eru 130.000 flogskiparar, men bert fýra prosent av hesum eru kvinnur, og tí vónar Linda Vest Niclasen, at fleiri kvinnur í framtíðini fara at útbúgva seg til at gerast  flogskipari, um tey hava ein dreym um hetta.

“Vit eru í sama flogfari”

Eisini greiddi Linda frá, at hon hevur møtt nøkrum fordómum, av tí at hon er flogskipari, og greiðir millum annað frá ein av hennara fyrstu arbeiðsdøgum sum flogskipari, tá ein flogterna spurdi hana, hví hon hevði valt at gerast flogskipari og um hetta ikki fór at forða henni í at hava eina barnafamilju.

Aftursvarið var soleiðis: