Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Filip: Hetta var besti dysturin hjá EB/Streymi higartil í ár

Hoyr frásøgumannin, Sjúrð H. Hoydal og viðmerkjaran, Eyðstein Zachariassen siga frá teimum fimm málunum, ið komu í 4-1 (4-0) stórsigrinum hjá EB/Streymi á AB í Hólmanum á Eiði. Hoyr Eyðstein taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Sjúrður gjørdi við fyrsta málskjúttan hjá EB/Streymi, Filip Djordjevic og annan av venjarunum hjá AB, Morten B. Overgaard. Filip staðfestir, at talan er um besta dystin hjá EB/Streymi higartil í ár, meðan Morten kann als ikki vera nøgdur aftaná 1-3 og 1-4 tap fyri EB/Streymi innanfyri fáar dagar. Men teir í AB trúgva enn uppá, at teir kunnu bjarga plássinum í deildini.