Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Magne: Vit spældu ikki nóg væl men vóru óhepnir ikki at vinna

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Regin Sivertsen siga frá báðum málunum, ið komu í dystinum KÍ-07 Vestur 1-1 (1-1). Hoyr Regin taka samanum tað hann nevnir eitt slakari KÍ-avriki, og eitt gott avrik hjá 07 Vestur. Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við norsku høvuðsvenjararnar, Magne Hoseth hjá KÍ og Lars Arne Nilssen hjá 07 Vestur. Lars Arne staðfestir fegin eitt sterkt úrsliti og gott avrik hjá sínum monnum. Magne er vónbrotin um KÍ-avrikið, men heldur kortini, at KÍ vóru óhepnir ikki at knógva sigurin heim í dag.

Myndir: Rúni á Reynatrøð