Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sonni Ragnar: B36 fekk trý stig á einum ringum degi

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá báðum málunum B36 skoraði í 2-0 (1-0) sigrinum á B68 á ovara vølli í Gundadali. Hoyr Heðin taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Rúni gjørdi við seinna málskjúttan hjá B36, Sonna Ragnar Nattestad og Bartal Páll Klein hjá B68, ið var skiftur inn í seinna hálvleiki. Sonni Ragnar heldur fyri, at B36 fekk trý stig á einum ringum degi. Hann er sera fegin um sigurin, men ikki fegin um væntandi góða spælið. Ungi Bartal Páll Klein, ið iðrar seg um, at hann ikki skoraði upp á málmøguleikararnar hann fekk seint í dystinum.

Myndir: Rúni á Reynatrøð