Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jakob Ellemann-Jensen liðugur sum verjumálaráðharri

Hann er júst komin aftur í sessin sum verjumálaráðharri fyri trimum vikum síðan, eftir at hava verið sjúkrameldaður vegna strongd, men í dag er greitt, at Jakob Ellemann-Jensen og Troels Lund Poulsen hava býtt um ráðharrasess

Jakob Ellemann-Jensen verður framyvir búskaparráðharri, meðan Troels Lund Poulsen verður verjumálaráðharri.

Tað varð kunngjørt á tíðindafundi í morgun.

Ráðharraskiftið hendir beint eftir, at Jacob Ellemann-Jensen júst er vendur aftur til arbeiðis, eftir at hann hevur verið sjúkrameldaður vegna strongd í seks mánaðir.

Meðan Ellemann-Jensen var sjúkrameldaður, var Troels Lund Poulsen virkandi verjumálaráðharri.

Tá Jakob Ellemann-Jensen kom aftur til arbeiðis tann 1. august, so var var tað ein formaður, ið var 100 prosent til reiðar aftur, og tí undrar tað mong, hví hetta skiftið hendir í dag.

Tað hevur heldur ikki gingið stillisliga fyri seg, síðan Jakob Ellemann-Jensen kom aftur til arbeiðis. Fyrr í hesum mánaðinum sendi hann aðalstjóran í danska verjumálaráðnum til hús vegna orrustuna, ið hevur tikið seg upp, eftir at danski staturin keypti vápn frá ísraelsku Elbit.

Spurningurin í hesum málinum er, hvørt Jakob Ellemann-Jensen og verjumálaráðið eru komin við skeivum upplýsingum til Fólkatingið, men hetta málið verður kannað víðari.

Jakob Ellemann-Jensen er longu komin við einari umbering fyri sín leiklut í hesum málinum.