Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

India skrivar rúmdarsøgu

Landið er tað fyrsta, sum ger eina mánalending á suðurpólinum á mánanum

Tað verður sagt, at tað er sera torført at lenda á suðurpólinum á mánanum, tí yvirflatan er sera ójøvn har av øllum teimum flogsteinum, sum hava rakt mánan.

Fleiri lond hava roynt at lent har, men allar royndirnar hava miseydnast – inntil í dag.

Tí í dag hevur India skrivað rúmdarsøgu, eftir at eitt ómannað rúmdarfar hjá India lendið á suðurpólinum á mánanum um middagsleitið føroyska tíð.

Fyri seks vikum síðan byrjaði mánamissjónin, sum verður nevnd Chandrayaan-3, og í dag lendi so rúmdarmodulurin, Vikram, á mánanum.

(Myndlýsing av Vikram-mánafarinum)

Hetta merkir, at India nú er fjórða landið, sum hevur megnað at lent á mánanum. Hini londini eru USA, Kina og Sovjettsamveldið.

Fyri nøkrum døgum síðan royndi Russland eisini at lenda við einum rúmdarfari, Luna-25, á suðurpólinum á mánanum, men royndin miseydnaðist, tá ómannaða rúmdarferjan rendi niður á mánan.

Endamálið hjá India at lenda á suðurpólinum á mánanum er at finna útav, um nokk av vatni er har. Er tað tað, so kann tað hava týdning fyri framtíðar gransking av rúmdini, skrivar DR.

Tað er enn dýrt at flúgva til mánan, og mett verður, at hendan ferðin hevur kostað 503 milliónir krónur.