Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ítróttarhallirnar í Tórshavnar kommunu fara nú at hava longur opið

Tórshavnar kommuna lurtar eftir áheitanini frá Jensi á Skipagøtu, og letur nú fýra ítróttarhallir upp frá klokkan sjey á morgni til midnátt allar dagar í vikuni

Jens á Skipagøtu skrivaði fyri nøkrum døgum síðan eina dagføring á Facebook, har hann heitti á Tórshavnar kommunu at lata hallirnar upp fyri børnum, tá tær annars standa tómar.

– Seinastu árini hava Føroyar skara framúr innan hondbóltin. Hesi úrslitini eru m.a. komin av, at børnini eru sloppin inn í hallirnar, tá hallirnar hava staðið tómar. Um vend ikki kemur í, so verður góða gongdin skjótt steðgað. Hvat er meiningin við at byggja stórar, flottar hallir, um vit ikki skulu brúka tær sum mest?, skrivaði hann millum annað í sínari dagføring.

Og tað letur til, at Tórshavnar kommuna hevur lurtað, tí kommunan boðar í dag frá, at fýra ítróttarhallir í kommununi fara at lata upp frá klokkan sjey á morgni til midnátt allar dagar í vikuni.

Kommunan skrivar, at talan er um royndarverkætlan fram til nýggjárs, og sum fevnir um høllina á Hálsi, Gundadalshøllina, Hoyvíkshøllina og høllina í Kollafirði.

Fyribils verða ítróttahallirnar í skúlanum á Argjahamri og skúlanum á Fløtum ikki við í skipanini, tí har krevjast onnur atkomuviðurskifti enn tey verandi. Arbeitt verður við hesum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Eydnast royndarverkætlanin væl, so er ætlanin, at hallirnar framyvir bert eru stongdar tríggjar vikur um summarið, tá umvælingar skulu gerast, umframt ávísar heiligdagar, sigur hann.

Víðari skrivar kommunan:

“Skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar brúka vanliga hallirnar gerandisdagar í skúlatíð. Síðan er skipað ítróttavirksemi, tað vil siga venjingar og kappingar, til kl. 22 og stundum til kl. 23, eisini í vikuskiftinum.

Men tað eru eisini nøkur glopp til frítt spæl, og nú verður so upplatingartíðin eisini longd til klokkan 24.

Í hesum sambandi verða kunningarskíggjar settir upp í hallunum, so at til ber at síggja, hvørjar tíðir eru tøkar tann dagin. Á heimasíðuni itrott.fo ber eisini til at síggja tíðirnar fyri hvørja einstaka høll.

Heðin Mortensen sigur, at hann hevur fult álit á ungdóminum og at tey fara væl um. Endamálið er bæði at skapa trivna og at fría spælið kann eggja fleiri til at menna seg enn meir í teirra ítrótti. Tað verður tí spennandi at eftirmeta gongdina, tá komið verður inn í desember, sigur borgarstjórin at enda”.

www.itrott.fo