Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maður fekk skaða á postrutuni

Tyrlan varð boðsend

Í gjár, beint fyri klokkan 11, bleiv ringt til tilbúgvingina, tí ein maður var komin sær til skaða á gøtuni ímillum Bø og Gásadals – ella gomlu postrutuni, sum hon eisini verður nevnd.

Tyrlan varð send avstað eftir skadda manninum, ið bleiv fluttur við tyrluni av Gásadalsgøtuni á flogvøllin, og haðani víðari við sjúkrabili til Landssjúkrahúsið.

Hóast Gásadalstunnilin hevur knýtt Gásadal við vegakervið síðan 2006, so sigst gamla bygdagøtan millum Bø og Gásadal verða brúkt meir enn nakrantíð av gongufólki. Bygdagøtan verður vanliga kallað postrutan, og áðrenn tunnilin var tað postmaðurin og bygdafólki ið stóð fyri, at røkta gøtuna.

Fólk siga, at í dag er gøtan nakað illa farin Gásadalsmegin, og har liggur eisini nógv leyst grót á gøtuni.