Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú er diakonprestur settur

Sverri Steinhólm er settur í starv sum diakonprestur í Føroyum. Uppgávan hjá Sverra verður millum annað at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum

Tað verður Sverri Steinhólm, sum áður hevur røkt embætið sum sjúkrahús og fongsulsprestur, sum nú verður fyrsti diakonprestur í Føroyum.

Tað skrivar fólkakirkjan á heimasíðu sínari.

Uppgávan hjá Sverra verður at virka millum tey, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og eru sosialt viðbrekin, eitt nú í mun til arbeiðsloysi, bundinskap ella heimloysi, og skal hann virka í  samspælinum millum tað einstaka menniskjað og samfelagið.

Í arbeiðinum skal hann boða evangeliið um Jesus í orði og verki inn í tilverunnar avbjóðandi umstøður.

Í fyrstu atløgu verður byrjað spakuliga í tættari samvinnu við Bláa Kross Føroya og Soli Deo Gloria í Klaksvík, ið eru umboðað í nevndini, ið saman við biskupi hevur ábyrgd av diakonprestinum.

Sverri hevur drúgvar royndir á økinum frá sínum arbeiði í Blá Krossi, har hann hevur verið virkin alt sítt lív og formaður í mong ár. Hann kemur at samstarva við felagsskapir og øll tey, ið ynskja at samstarva við fólkakirkjuna.

Væntandi verður talan um eitt samstarv millum kirkjur og felagsskapir, ið útinnar manngott arbeiði.

Fólkakirkjan hevur seinnu árini verið í eini tilgongd at seta fleiri funktiónsprestar, at virka við meiri bundnum uppgávum, og setanin av diakonpresti er ein liður í hesum.

Umframt diakonprestin, eru funktiónsprestar, ið røkja uppgávur innan sjúkrahúsverkið, millum fongslaðir føroyingar, og hevur fólkakirkjan nýliga sett ein studentaprest at virka á miðnámskúlunum kring landið.

Sverri Steinhólm byrjar í tænastuni sum diakonprestur tann 1. september.