Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ovi Brim verður skipaður í embætið sum próstur á páskum

Annan páskadag klokkan 11 verður Gøtu kirkja karmur um eina søguliga hending. Henda dagin skipar biskupur Ova Brim í embætið sum próstur

Landsstýriskvinnan í kirkjumálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Ova Brim sum próst frá 1. mars 2024 at rokna, men annan páskadag klokkan 11 skipar biskupur, Jógvan Fríðriksson, Ova Brim í embætið sum próstur, og tað fer fram í Gøtu kirkju.

Tað skrivar fólkakirkjan.

Hetta er eitt nýstovnað embæti, nú virksemið hjá fólkakirkjuni er økt munandi síðani málsøkið varð yvirtikið á ólavsøku 2007.

Próstur fer at røkja fleiri uppgávur vegna Føroya bisp, til dømis viðurskiftini hjá prestunum. Ovi Brim fer at taka sær av strategiskum málum, ið er menning av kirkjulívinum. Hann skal menna talgildar mannagongdir í fólkakirkjuni í tráð við eftirspurningin í samfelagnum.

– Eitt annað mál, ið embætisliga er próstsins burturav, er at hava eftirlit við kirkjubókunum og í hesum sambandi hava ábyrgd av samskiftinum millum kirkjuna og stovnar landsins. Próstur er fyrst og fremst – eins og dómpróstur og biskupur – prestur. Okkara kall er at boða evangeliið um Jesus Krist menniskjum til signingar og Guði til heiðurs, skrivar Jógvan Fríðriksson á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Fimm prestar kærd bisp
Fyrst í hesum mánaðinum frættist, at fimm prestar høvdu kært bisp til Almanna- og mentamálaráðið, tí teir eru ónøgdir við setanartilgongdina og avgerðina, tá Ovi Brim varð settur í nýtt starv sum próstur. Felags fyri hesar fimm prestarnar er, at allir hava søkt starvið sum próstur.

Kringvarpið skilti tá á lagnum, at teir fimm prestarnir umhugsaðu at fara víðari við málinum og troyta aðrar kærumøguleikar, men um teir hava gjørt tað vita vit ikki í skrivandi stund.

Les meira her: