Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Setiumboðsmaðurin gevur Eiðis kommunu eina átalu

Eiðis kommuna hevur fingið eina átalu frá setisumboðsmanninum fyri plastdálking á havnarlagnum á Eiði

Setiumboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Eiðis kommunu og Umhvørvisstovuni um plastdálking á havnarlagnum á Eiði. Setiumboðsmaðurin hevur onki at finnast at viðvíkjandi málsviðgerðini hjá Umhvørvisstovuni, men heldur tað tó vera óheppið, at Umhvørvisstovan bæði er ráðgevandi myndugleiki og kærumyndugleiki á økinum.

Setiumboðsmaðurin gevur harafturímóti Eiðis kommunu eina átalu fyri málsviðgerðina og heitir á kommununa um at lata seg frætta, hvørja fyriskipan hon ætlar at seta í verk fyri at tryggja sær, at slík plastdálking ikki endurtekur seg.

Gongdin í málinum
Klagan snúði seg í høvuðsheitum um málsviðgerðina hjá Eiðis kommunu og Umhvørvisstovuni av einari fráboðan um plastdálking hjá einari privatari fyritøku, ið hevur sítt virksemi á Eiði.

Sambært skjølunum í málinum byrjaði málið í september 2019 í sambandi við, at klagarin vendi sær til Umhvørvisstovuna og gjørdi vart við, at plastdálking var funnin á keiøkinum og í pørtum av bygdini, sum stavaði frá framleiðsluni av aliringum á havnarlagnum á Eiði.

Umhvørvisstovan kunnaði beinanvegin klagaran um, at sambært § 8 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, lá eftirlitið við dálkingini hjá Eiðis kommunu, og at Umhvørvisstovan ikki kundi viðgera tað ítøkiliga málið, tí hon, sambært § 38 í somu kunngerð, er kærumyndugleiki fyri tær avgerðir, sum kommunan fór at taka í málinum.   

Umhvørvisstovan greiddi setiumboðsmanninum frá, at síðan Umhvørvisstovan fekk ta fyrstu fráboðanina um plastdálkingina, tann 3. september 2019, hevði hon verið í tøttum samskifti við kommununa um plastdálkingina. Umhvørvisstovan hevði í fleiri umførum boðað kommununi frá, at talan var um umfatandi dálking, og at økið skuldi ruddast. Umhvørvisstovan hevði harumframt vegleitt kommununa um, hvussu viðurskiftini kundu fáast í rættlag.

Setiumboðsmaðurin hevur onki at finnast at viðvíkjandi málsviðgerðini hjá Umhvørvisstovuni í hesum sambandi, men heldur tað tó vera óheppið, at Umhvørvisstovan bæði ráðgav og havt eftirlit við kommunum í umhvørvisspurningum, samstundis sum hon skal vera ein óheftur kærumyndugleiki í somu málum.

Setiumboðsmaðurin hevur tí heitt á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, um at umhugsa at leggja kærumyndugleikan til annan myndugleika at umsita.

Í frágreiðingini frá Eiðis kommunu til málið, eru, eftir øllum at døma, ongi skjøl skjalførd í málinum fyrr enn tann 12. februar 2022.

Setiumboðsmaðurin heldur tað vera alt annað enn nøktandi, at Eiðis kommuna ikki hevur skjalført skjølini í málinum ella hevur skrivað niður samrøður og fundir, sum kommunan hevur havt við m.a. Umhvørvisstovuna.  

Av tí at ongi skjøl eru í málinum, sum vísa, at Eiðis kommuna hevur røkt sína eftirlitsskyldu ella hevði tikið stig til fyriskipanir, sum skal forða fyri dálking á økinum, kann setiumboðsmaðurin ikki annað enn leggja til grund tær upplýsingar, sum eru fingnar til vega í skjølunum frá Umhvørvisstovuni.

Setiumboðsmaðurin heldur, at skjølini í málinum frá Umhvørvisstovuni geva eina greiða ábending um, at eftirlitið hjá kommununi als ikki hevur verið nøktandi.

Grundað á hetta, so gevur setiumboðsmaðurin Eiðis kommunu eina átalu fyri ikki at hava røkt sína eftirlitsskyldu sambært § 8 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994.

Í sambandi við klagumálsviðgerðina hjá setiumboðsmanninum er tó greitt, at meginparturin av dálkaða økinum eftirfylgjandi er ruddað, og at tað nú tykist sum, at kommunan hevur framt sítt eftirlit á nøktandi hátt. Setiumboðsmaðurin ger tískil ikki meira við málið, men heitir á kommununa um at lata seg frætta, nær restin av plastdálkingini verður beind burtur. Harafturat mælir setiumboðsmaðurin Eiðis kommunu til at gera eina fyriskipan um slíkt dálkandi virksemi, og sum við jøvnum millumbilum verður eftirmett.

Les eisini...  Løgtingsins umboðsmaður gevur Runavíkar kommunu álvarsliga átalu

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður her.