Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tórshavnar kommuna fingið eina nøs frá Løgtingsins umboðsmanni

Álit um viðgerðartíð og vantandi svar frá Tórshavnar kommunu viðvíkjandi klagu frá borgara um garðbygging hevur havt við sær, at umboðsmaðurin hevur givið Tórshavnar kommunu eina átalu fyri ikki at hava handfarið málið nøktandi og hevur mælt kommununi til at endurskoða málið og fyrihalda seg til tinglýstu ásetingarnar

Ein borgari klagaði um, at Tórshavnar kommuna ikki svaraði hansara fyrispurningi um garðbygging hjá grannum klagarans.

Borgarin spurdi yvir eitt tíðarskeið á góðar sjey mánaðir Tórshavnar kommunu, um grannar klagarans kundu byggja garðar, ið ikki luku ásetingarnar í skeytinum, har Tórshavnar kommuna við tinglýstari byrðu hevði tryggjað sær átalurætt.

Tórshavnar kommuna vísti á, at klagari ikki hevði fingið svar orsaka av, at málsviðgerin hevði verið sjúkur í longri tíðarskeið.

Umboðsmaðurin helt eftir umstøðunum hetta ikki vera umberandi orsøk fyri, at klagari ikki hevði fingið svar.

Kommunan hevði harumframt at sýna til ikki framt nakra veruliga málsviðgerð av gørðunum í mun til tinglýstu ásetingarnar í skeytinum, um at byggimyndugleikin skal góðkenna garðarnar, og at dentur skal leggjast á, at hegnið gevur eina dámliga rammu og klæðir økinum út frá eini heildarmetan.

Tórshavnar kommuna hevði undir málsviðgerðini hjá umboðsmanninum kunnað klagara um, at kommunan ikki var sinnað at gera átalurætt sín galdandi vísandi til, at granni mótvegis granna hevði átalurætt.

Umboðsmaðurin helt tað ikki vera nøktandi og ei heldur í samsvar við góðan fyrisitingarsið, at kommunan sá burtur frá tinglýstu ásetingunum um bygging av gørðum, samstundis sum tinglýsta byrðan stóð við.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu eina átalu fyri ikki at hava handfarið málið á nøktandi hátt og mælti kommununi til at endurskoða málið og fyrihalda seg til tinglýstu ásetingarnar í byrðuni.

Umboðsmaðurin minti eisini Tórshavnar kommunu á at svara borgarum innan rímiliga tíð og  mælti kommununi til at skipa mannagongdir fyri, hvussu borgarar, sum umvegis teldupost venda sær til burturstødd starvsfólk, fáa svar. (LUM 23/18827)

Les eisini...  Ókeypis poddvarp frá Frælsisbrævinum hvønn fríggjadag

Álitið í navnleysum líki kann takast niður her.

Kelda: Løgtingsins umboðsmaður