Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Longdarlopið hjá McLeod kundi endað galið

Í hesum døgum er HM í uttandura frælsum ítrótti í Ungarn og í gjár, hósdagin, var finalan í longdarlopi hildin.

Ongantíð áður í HM søguni hevur tað verið so tætt millum teir fyrstu 4 og bleiv tað sera spennandi heilt til endan.

Tað var Miltialdis Tentoglou úr Grikkalandi, sum vann gull frammanfyri Wayne Pinnock úr Jamaica. Leingi sá tað út sum at Carey McLeod úr Jamaica skuldi fara avstað við bronsuni, men í 6. og seinastu runduni bleiv tað ein annar íðkari úr Jamaica, Tajay Gayle, sum vann bronsu. Hann leyp líka langt, sum McLeod, men hann hevði eitt betri 2. lop og tí vann hann bronsuna og 3. plássið.

McLeod hevði tó eitt sera løgið lop í eini royndini, har hann gleið á strikuni og lopið bleiv alt annað enn eitt vanligt longdarlop.

McLeod bleiv sitandi við síðunar av vøllinum meðan læknar tóku sær av honum og til alla lukku kundi hann halda áfram við longdarlopunum.

Síggj lopið hjá McLeod her:

https://www.svt.se/sport/friidrott/carey-mcleods-markliga-hopp-i-vm-vilken-luftfard

(Kelda: SVT)