Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eystari landsrættur viðgjørt trý revsimál

Eystari Landsrættur er í Føroyum um dagarnar og fyrstu vikuna hava trý revsimál verið á skrá

Mikudagin 23. august vóru tvey mál á skrá. Annað málið snúði seg um revsingina fyri brot á djóravælferðarlógina. Í hesum máli fellur dómur 31. august.

Í hinum málinum bleiv kæran tikin aftur. Tá ein kæra verður tikin aftur, verður dómurin hjá Føroya Rætti endaligur. Málið snúði seg um harðskap. 

Hósdagin 24. august viðgjørdi landsrætturin eitt mál um kynsliga misnýtslu av barni undir 12 ár. Ákærdi hevði í Føroya Rætti fingið tíggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri annað kynsligt samband enn samlegu við abbadóttir sína, sum var undir 12 ár, tá brotini fóru fram. 

Landsrætturin staðfesti dómin hjá Føroya Rætti. 

Eins og í Føroya Rætti luttaka dómsmenn í revsimálum í landsrættinum, um spurningur er um fongsulsrevsing, sum er seks mánaðir ella meira.

Dómsmenn eru vanlig fólk uttan løgfrøðiliga bakgrund. Í landsrættinum eru tríggir løgfrøðiligir dómarar og tríggir dómsmenn. Dómsmenn luttóku í málinum hósdagin.

Kelda: Føroya Politi