Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup Martin: Vit vunnu uppiborið men máttu arbeiða hart fyri sigrinum

Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við høvuðsvenjararnar hjá AB og HB, Símun Eliasen og Jákup Martin Joensen um dystin inni í Vika AB-HB 2-4 (1-1). Símun iðrar seg um tapið og, at AB ikki stóð betur í nøkrum av støðunum tá HB skoraði, men hann kann staðfesta góðan hugburð hjá sínum monnum. Jákup Martin heldur, at HB vann uppiborið, men í dag máttu teir arbeiða hart fyri sigrinum.