Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup B. fegnast um at marginalarnir vóru við KÍ hesaferð – Sigfríður harmast um mista javnleikin í yvirtíðini

Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen og høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Sigfríð Skaale Clementsen um 3-2 sigurin KÍ tryggjaði sær í 96. minutti móti EB/Streymi við Djúpumýru. Jákup er sera fegin um, at marginalarnir hesaferð vóru blíðir við KÍ aftaná nógvar dystir, har tað hevur verið stong út hjá KÍ. Sigfríður harmast um javnleikin, ið var mistur langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, og hann skilur ikki hví dysturin ikki var avblástur fyrr. Men hann er errin av einum góðum avriki hjá sínum monnum. EB/Streymur skal spæla móti 07 Vestur longu hóskvøldið og seinnu hálvfinaluna móti B68 komandi sunnudag, og tað heldur Sigfríður er ein alt ov pakkað leikskrá til eitt lið sum EB/Streymur.