Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Annika Olsen undrast á koppsetingarójavna millum dreingir og gentur

Gentur fáa ókeypis koppseting fyri HPV virus til tær eru 27, meðan dreingir noyðast at rinda fyri koppsetingina, tá teir eru fyltir 18. Annika Olsen vil vita, hví so er

Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, undrast á, at konufólk fáa ókeypis koppseting fyri HPV til tær eru 27 ár, meðan mannfólk noyðast at rinda fyri hetta, frá tá teir eru 17-ára gamlir.

Annika Olsen vil tí hava landsstýriskvinnuna í heilsumálum at greiða frá, hvør orsøkin er til, at treytirnar eru ymiskar fyri kynini bæði at fáa HPV koppseting, og í øðrum umfari vil Annika Olsen hava at vita, um ætlanin er at javnseta treytirnar, um ikki nøkur serlig orsøk er til ójavnan.

HPV koppseting, sum er ein fyribyrgjandi koppseting fyri undirlívskrabba, verður í dag latin dreingjum og gentum frá  12 ára aldri.

Í kunnger er lýst, at kvinnur í aldrinum 12-27 ár kunnu verða koppsettar ókeypis móti HPV virus, og at dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu koppsetast ókeypis móti virusinum.

Eru dreingirnir fyltir 18 ár, kostar tað teimum 3.000 krónur at verða koppsettir.

-Tað er umráðandi, tá tað snýr seg um heilsu hjá gentum og dreingjum, kvinnum og monnum, at munur ikki verður gjørdur á kynunum. Eru serligaar orsakir til hetta, er tað áhugavert at fáa at vita, hvørjar hesar eru, sigur Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.