Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Turið F. Arge forkvinna í AFF

Mikudagin 23. august var aðalfundur í Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum (AFF)

Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum (AFF) hevði aðalfund mikudagin hin 23. august.

Fyri vali stóð Marner Mortensen, og Marner varð afturvaldur av aðalfundinum.

Nevndin hevur skipað seg við Turið F. Arge sum forkvinnu og Jean Djurhuus sum næstformanni.

Í nevndini sita sostatt Turið F. Arge, Jean Djurhuus og Marner Mortensen.

Kelda: Vinnuhúsið