Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bilførari var sjónliga ávirkaður

Fólk ringdu til politiið, tí illgruni var um rúsdrekkakoyring, og so var eitt ferðsluátak vesturi í Vágum

Í seinastu døgnfrágreiðingini hjá løgregluni frættist, at fólk í Havn høvdu illgruna um rúsdrekkakoyring, ið koyrdi eftir Grønlandsvegnum, men sum als ikki koyrdi eftir umstøðunum, og tí varð ringt til politiið, sum sendi ein bil á staðið.

Hetta var seinnapartin í gjár, skrivar dimma.fo.

Illgrunin var ikki uttan orsøk, tí tað vísti seg, at bilførarin var sjónliga ávirkaður av rúsdrekka. Bilførarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og blóðroynd skal staðfesta, hvussu harður dómurin verður.

Í gjár var eisini eitt ferðsluátak vesturin í Vágum, í Miðvági, har nøkur mál vórðu skrivaði niður í svørtu bók. Nakrir bilførarar fingu bót fyri at hava fartelefon í hondini, meðan tey koyrdu, og so vóru tað eisini bilførarar, sum fingu bót fyri ikki at brúka trygdarbelti.

Eisini fekk eitt útlendskt ferðafólk bót fyri ikki at hava koyrikort, so her fáa bæði ferðafólkið og útleigarin av bilinum bót fyri hetta. Útleigarin fær bót fyri ikki at tryggja sær, at leigarin hevur koyrikort.

Bilførarin fær eina bót upp á 5.000 krónur.