Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

ST: Børn í Ukraina hava trupult við at læra

Ukrainsk børn hava trupulleikar við læra mál, støddfrøði og at lesa vegna kríggið

Ukrainsk børn hava trupulleikar við læra mál, støddfrøði og at lesa, eftir manglandi skúlagongd seinastu árini, sambært nýggjari frágreiðing frá barnagrunninum Unicef hjá ST.

Sum avleiðing av bæði krígnum og koronafarsóttini, so eru tað fleiri ár síðan, at ukrainsk børn hava gingið í skúla á vanligan hátt.

Sambært frágreiðingini frá ST, so siga lærararnir, at umleið helvtina av skúlabørnunum nú eru verri fyri í fleiri fakum.

Næmingarnir hava gloymt, hvat tey áður hava lært, og eru nú eisini verri fyri í máli, lesing og í støddfrøði, upplýsir Regina De Dominicis, ið er økisleiðari fyri Unicef í Evropa og Miðasia.

– Russland fremur álop á skúlar og heim í Ukraina, sum hevur havt við sær, at børnini eru ólukkulig og merkir, at tey ikki hava eitt trygd stað at læra, sigur De Dominicis, ið nýliga hevur vitjað krígsherjaða landið.

Kelda: NRK