Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsstýrið stuðlar børnum og ungum í Ukraina

Føroya Landsstýri fer at stuðla børnum og ungum í Ukraina við at lata 10 milliónir krónur til humaniterar verkætlanir og átøk

Landsstýrið hevur valt at lata tíggju milliónir krónur til humaniterar verkætlanir og átøk í Ukraina.

Tað skrivar heimasíðan hjá Løgmálaráðnum.

Dentur verður lagdur á at stuðla verkætlanum og átøkum hjá felagsskapum, sum luttaka í altjóða heildarætlanini fyri humanitert arbeiði í Ukraina. Verkætlanirnar skulu fremja livikor hjá børnum og ungum.

Áhugaðir felagsskapir mugu fyrst senda eina ”Expression of Interest”, við at fylla út oyðublað á heimasíðuni hjá Løgmálaráðnum á hesari leinkjuni. Útfylta oyðublaðið skal vera Løgmálaráðnum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 3. mars 2024.

Útvaldir umsøkjarar fáa síðan undangóðkenning til stuðulsjáttan og verða bjóðaðir at lata inn fullfíggjaða umsókn um verkætlanarstuðul.

Meira kunning fæst við at venda sær til Løgmálaráðið á lmr@lmr.fo.

Til ber at lesa meira her.