Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

67 mans handtiknir í Nigeria

Undir illgruna fyri at vera samkyndir

Tað, ið skuldi vera ein hátíðarløta, á einum gistingarhúsi við Warri í stakríkinum í Nigeria, Delta State, fekk ein bráan enda, tá løgreglan stormaði gistingarhúsið og handtók 67 mans, sum eru undir illgruna fyri at vera samkyndir.

Upprunaliga vóru umleið 200 mans undir illgruna, men tá tað kom til stykkis, so vórðu tað “bert” 67 mans, ið máttu ein túr í brummuna.

Teir flestu menninir, sum vóru til hetta brúdleypið vóru, sambært løgreglutalsmanninum Bright Edafe, í kvinnuklæðum, og tveir menn, ið vóru ílatnir sum brúður og brúðgómur, vórðu eisini handtiknir.

Fólkaríkasta landið í Afrika, Nigeria, innførdi í 2014 eina lóg, sum forbjóðar hjúnalag millum tvey fólk av sama kyni. Fólk, ið bróta hesa lóg, kunnu fáa upp til 14 ára fongsulsrevsing.

Homoseksualitetur er ólóglig í yvir 30 londum í Afrika, harímillum í Uganda, sum í mai í ár hevur innført deyðarevsing, verður tú funnin sekur í at vera samkyndur.

Í Kenja skal tjóðartingið um stutta tíð viðgerða eina lóg, ið byggir á lógina, sum Uganda hevur innført í ár.

(NTB)

Her er eitt sjónvarpsinnslag frá TVC News Nigeria um handtøkuna av samkyndu monnunum: