Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grind út fyri Gøtuvík

Talan er møguliga um hvalaslag, ið er óvanligt um okkara leiðir, og avgerð er tikin um at merkja hvalirnar

Ein bólkur av hvalum liggur í løtuni út fyri Gøtuvík.

Upprunaliga varð hildið, at talan var um eina grind, men tað er í grundini ikki heilt greitt, hvat hvalaslag talan er um.

Vakhavandi á løgreglustøðini sigur, at sýslumaðurin hevur greitt frá, at talan er møguliga um okkurt slag av springara ella øðrum, sum kanska ikki er so vanligt um okkara leiðir.

Avgerð er tikin um at merkja hvalirnar, og Bjarni Mikkelsen frá Havstovuni er á veg til hvalirnar saman við øðrum havgranskarum.

Í løtuni eru tveir bátar hjá hvalunum, men sýslumaðurin vónar, at fleiri bátar koma aftrat, so til ber at reka hvalirnar inn á land.