Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ótolnast eftir skannaranum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vil nú hava at vita, hvat er hent í skannaramálinum, síðan landsstýrið játtaði at taka ímóti honum, og nær vit kunnu vanta, at fyrstu sjúklingarnir verða skannaðir

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, er nú farin at ótolnast so mikið nógv eftir skannaranum til Klaksvíkar Sjúkrahús, at hon í grein 52 fyrispurningi til landsstýriskvinnuna í heilsumálum spyr, nær viðurskiftini við skannaranum eru komin upp á pláss.

Ítøkiliga vil Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hava at vita, hvat er gjørt, síðan Margit Stórá, landsstýriskvinna, játtaði at taka ímóti gávuni; nær vit kunnu rokna við, at fyrsti sjúklingurin verður skannaður í nýggja skannaranum; og um skannarin verður bílagdur í ár.

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur á, at tað hevur ikki verið nógv at hoyrt um, hvussu tað gongur at fáa skannaran til Klaksvíkar, síðan landsstýrið játtaði at taka ímóti honum, og at hetta er ikki nøktandi, tí at tað sambært henni tekur 14 vikur frá tí at skannarin verður bílagdur, til hann er á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og at síðan tekur tað sjey vikur at seta skannaran upp.

Skannarin er ein gáva frá dulnevndum gevarum umboðandi vinnulívið norðanfyri, men okkurt bendir á, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur veit, hvørjir gevararnir eru, tí í viðmerkingunum sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur eisini, at frá gevarunum er alt klárt, og at peningur og “alt annað er komið upp á pláss”, sum hon málber seg.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur víl at enda vera við, at tað er ikki hugaligt hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, gevarum og teimum, sum hava brúk fyri skannaranum at bíða í mánaðir, og at tey sjúku hava tørv á skjótari hjálp, umframt at gávugevarar og klaksvíkar sjúkrahús hava uppiborið ta virðing, at okkurt ítøkiligt hendir nú.