Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Parkinson sjúklingur kastaður runt í sjúkrahússkipanini

Avvarðandi hjá einum 78 ára gomlum manni úr Søldarfirði, ið hevur Parkinson og sum breyt mjødnina tann 2. januar í ár, harta føroyska sjúkrahúsverkið fyri vantandi mannagongdir, tí hann ikki hevur fingið endurvenjing eftir sína skurðviðgerð

– Babba sigur sjálvur, at hann var slett ikki klárur at koma heim enn, og hann plagar vanliga ikki at tala at.

Soleiðis sigur dóttirin hjá einum 78 ára gamlan mann úr Søldarfirði, sum týsdagin í síðstu viku varð sendur heim av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, eftir at hann, sambært dóttrini, hevur verið kastaður runt í sjúkrahússkipanini síðan 2. januar, tá pápin breyt mjødnina.

78 ára gamli maðurin, sum hevur Parkinson, var so óheppin tann 2. januar í ár, tá hann datt heima við hús og hevði brúk fyri at koma undir læknahond.

– Hann hevur tað slagið av Parkinson, har hann hevur ringa balansu og dettur lætt, greiðir dóttirin frá.

Á Landssjúkrahúsinum varð staðfest, at maðurin hevði brotið lærhálsin á aðrari mjødnini, og tí mátti hann skurðviðgerast fyri hetta dagin eftir. Skurðviðgerðin gekk væl, har ein partur av mjødnini varð skift út, tá ein nýggj kúla bleiv sett í.

Men eftir skurðviðgerðina byrjaði eitt stríð við Sjúkrahúsverkið, har avvarðandi hjá manninum kenna seg slept upp á fjall av Sjúkrahúsverkinum.

Onga endurvenjing
Eftir eina tílíka skurðviðgerð fært tú vanliga uppvenjingar, har vant verður dagliga og fysioterapeutur leiðbeinir, men hesa uppvenjingina fær tann 78 ára gamli søldfirðingurin ikki, meðan hann liggur eina heila viku á Landssjúkrahúsinum.  

Hann fær bara hjálp, tá hann skal upp á ves.

Tá dóttirin ger vart við hetta her, so fær hon at vita, at tey hava ikki fysioterapeutar til Parkinson sjúklingar á Landssjúkrahúsinum, men at Suðuroyar Sjúkrahús hevur eitt rehabiliteringsskeið fyri fólk, sum hava Parkinson.

Men tað næsta familjan hjá tí 78 ára gamla manninum fær at vita er, at hann skal sendast til Klaksvíkar Sjúkrahús, hóast tey ongan fysioterapeut hava til hann.

Les eisini...  Leeds og Leicester flyta niður

– Vit fingu at vita úr Klaksvík, at hann kundi fáa eina song, men at hann ongar venjingar fór at fáa har. Men úr Landssjúkrahúsinum vóru boðini, at hann skuldi til Klaksvíkar, greiðir dóttirin frá.

Í Klaksvík lá hann í eina viku, og hóast sagt varð, at hann ongar venjingar fór at fáa, so hugdi ein fysioterapeutur til hansara tvær ferðir í vikuni, hann liggur har – fríggjadag og mánadagin eftir, har tann 78 ára gamli fær eina venjingarætlan fríggjadagin, sum hann skal fylgja, og mánadagin gongur hann eitt sindur, saman við einum portøri, á eini trappu.

Konan biðin um at grava kava
Eftir at tann 78 ára gamli maðurin mestsum allatíðina hevur ligið í sjúkrahússongini í Klaksvík, so fær hann at vita, at hann verður útskrivaður týsdagin, tann 16. januar, í farnu viku og skal heim til Søldarfjarðar.

Nógvur kavi er hendan dagin, og úr Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður spurt, hvussu umstøðurnar eru at koyra mannin til dyrnar í Søldarfirði, har maðurin býr. 73 ára gamla konan hjá manninum sigur, at tað er nógvur kavi komin niður, og tað ikki er koyrandi til húsini frá høvuðsvegnum.

Tá verður tann 73 ára gamla konan, sum sjálv hevur fingið skift báðar mjadnarnar út, biðin um at fara at grava kava, soleiðis at sjúkrabilurin fær koyrt niðan til húsini í Søldarfirði. Konan sigur, at tað verður ein ov møtismikil uppgáva fyri hana, og sær seg ikki føra fyri hesum.

– Eigur tú ikki nakrar fittar nábúgvar ella nøkur børn, ið kunnu hjálpa tær at grava?, er tað næsta, sum tann 73 ára gamla konan fær at vita úr Klaksvík.

Les eisini...  Yvirlit yvir ognarviðurskiftini í fiskivinnuni

– Tað er so langt úti, at leiðandi starvsfólk biðja mína skjótt 74 ára gamla móður fara út at grava kava, so at sjúkrabilurin kann koyra til húsini, og tá hon so sigur, at tað orkar hon ikki, so verður um spurd, um hon ikki eigur góðar nábúgvar, ið kunnu koma at hjálpa til at grava. Hvat er hetta fyri nakað?, spyr dóttirin ørkymlandi.

Tað endar tó við, at Runavíkar kommuna kemur upp í leikin, og sendir eina gravimaskinu á staðið, har ruddað verður fyri kava, soleiðis at sjúkrabilurin kann koyra 78 ára gamla mannin til húsini í Søldarfirði.

Ringja óteljandi ferðir til Sjúkrahúsverkið
Dóttirin greiðir frá, at tá pápin var komin heim týsdagin í farnu viku, so sat hann bara í einum sofastóli fyri tað mesta, og tað ørkymlaði konuna og tey avvarðandi, at tey einki fáa at vita frá Sjúkrahúsverkinum, hvat nú skal henda.

– Av tí, at hann hevur Parkinson, so krevst eyka venjing, so hann ikki missir sínar førleikar, men nú hevur hann slett onga endurvenjing fingið í yvir tvær vikur. Hetta er sera frustrerandi, og tað er sera frustrerandi, at Sjúkrahúsverkið hevur verið so tungt at fáast við, at mamma mestsum hevði hugin at geva upp, sigur dóttirin.

Hesar seinastu vikurnar hava tey avvarðandi hjá tí 78 ára gamla manninum ringt og verið í samband við Sjúkrahúsverkið óteljandi ferðir, tí familjan fær einki at vita, hvussu verður við endurvenjing hjá tí 78 ára gamla manninum.

Tí avgerð dóttirin, at hon ringir beinleiðis til Suðuroyar Sjúkrahús, har eitt tilboð finst til Parkinson sjúklingar, og eftir nakrar dagar fær familjan at vita, at tann 78 ára gamli maðurin kann koma til Suðuroyar, og har hevur hann verið síðan mánadagin í hesi vikuni – tað vil siga, at gott og væl tríggjar vikur seinni eftir sína skurðviðgerð, nú fær endurvenjing.

Les eisini...  Margit Stóra fær tilmæli um skannaran um tvær vikur

– Vit hava einki ímóti teimum starvsfólkum, sum hava verið um babba hesar vikurnar. Tey hava øll verið sera fitt og hjálpsom, men tað er longri uppi í skipanini, at okkurt hevur gingið galið. Vit vilja bara vita, hvar ketan hoppaði av í hesari hendingagongdini. Vit sóknast eina greiða mannagongd, eftir at ein verður skurðviðgjørdur í mjødnini, tá ein eisini hevur Parkinson – og hvussu er við endurvenjing, spyr dóttir tann 78 ára gamla mannin, sum tann 2. januar varð skurðviðgjørdur í mjødnini, har partur av mjødnini bleiv skift út.

– Vit kenna okkum slept upp á fjall av Sjúkrahúsverkinum í hesum føri, so vit vóna at onnur fólk ella aðrar familjur ikki skulu uppliva tað, sum vit hava verið ígjøgnum tær seinastu vikurnar, tí tað hevur verið ótrúliga strævið, fyri at siga tað milt, sigur dóttirin.

FM1 hevur spurt seg fyri hjá Sjúkrahúsverkinum, hvussu mannagongdirnar eru fyri fólk, ið hava verið skurðviðgjørd í mjødnini, tá lærhálsurin er brotin og ein hevur Parkinson, umframt hvussu mannagongdirnar eru fyri endurvenjing. Úr Sjúkrahúsverkinum verður sagt, at tey venda aftur sum skjótast.

(Maðurin ynskir, at vit ikki nevna hann ella familjuna við navni, men vit eru vitandi um nøvnini)

Les eisini: