Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kringvarpið stroymir KÍ-dystin

Sendingin byrjar klokkan 17.50

Kringvarpið boðar frá, at seinni Europa League-dysturin millum KÍ og Sheriff Tiraspol verður stroymdur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo.

Fyrri dysturin endaði við javnleiki 1-1, og tí KÍ skal í minsta lagi hava javnleik fyri at fáa longda leiktíð og brotssparkskapping. Vinnur KÍ dystin, so kemur Klaksvíkar Ítróttarfelag í Europa League-bólkaspælið, har møguleiki er fyri at møta Liverpool FC.

Tapir KÍ hinvegin, so verður tað bólkaspæl í Europa Conference League.

Dysturin byrjar klokkan 18, og Kringvarpið byrjar at senda klokkan 17.50.