Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stór venjing í føroyskum sjóøki týsdagin

Týsdagin í hesi vikuni varð skipa fyri stórari venjing í føroyskum sjóøkið. Brimil, íslendska sjóverjuskipið Freya og danska sjóverjuskipið Hvidbjørnen tóku lut í venjingini

Stór venjing var í føroyskum sjóøki týsdagin. Umframt Brimil, íslendska sjóverjuskipið Freya og danska sjóverjuskipið Hvidbjørnen, so vóru Atlantic Helicopters og MRCC eisini partur av venjingini.

Tað skrivar heimasíðan hjá Vørn.

Venjingin varð býtt í tveir partar.

Fyrsti parturin var brandvenjing, og at flyta fólk, ið høvdu fingið skaða, av skipi við tyrlu.

Til brandvenjingina var Brimil neyðstadda skipið, har ein spreinging hevði verið umborð og eldur var komin í. Fleiri fólk høvdu fingið skaða.

Roykkavarar og bjargarar komu við egnari útgerð umborð á Brimil at sløkkja og at veita fyrstuhjálp.

Tyrlan flutti fólkini, sum høvdu fingið skaða, av skipinum, so tey kundu koma undir læknahond.

Eftir brandvenjingina var leitivenjing á skránni, sum var seinni parturin av venjingini. Í hesum førinum gekk venjingin út upp á, at ein bátur var sokkin og fýra fólk vóru endað á sjónum.

So bleiv leitimynstur gjørt og leitingin kundi byrja.

Vørn skrivar, at samstarv millum tilbúgvingareindirnar í Norðuratlantshavið, og venjingar av hesum slag, eru av alstórum týdningi, tí hetta eru við til at viðlíkahalda og menna førleikar hjá okkara tilbúgving á sjónum.

– Venjingin eydnaðist væl, og allir partar siga seg hava fingið nógv burturúr, skrivar heimasíðan hjá Vørn.

Her eru nakrar myndir frá venjingini:

(Myndirnar hevur Bjartur Tórhalsson/Vørn tikið)