– Norðanvindar fara at blása yvir evropeiska kontinenti í heyst, nú KÍ úr Føroyum og Breiðablik úr Íslandi fyri fyrstu ferð taka lut í einum evropeiskum bólkaspæli.
Soleiðis segði UEFA-fótbóltsstjórin, Giorgio Marchetti, áðrenn lutakastið í Monako til bólkaspælið í Europa Conference League byrjaði nakað eftir klokkan 13.30 í dag.
Umframt føroyska og liðið hjá Klæminti A. Olsen og Patriki Johannesen, Breiðablik, so luttekur Bosnia fyri fyrstu ferð í evropeiskum bólkaspæli við Zrinjski Mostar.
Og lagnan vildi tað soleiðis, at tað bleiv Slovan Bratislava – liðið, sum KÍ skuldi spæla ímóti í 2020, men ongantíð spældi ímóti, nú aftur bresta saman. Men hesa ferð er einki korona, sum kann leggja fótonglar fyri tveimum sera áhugaverdur dystum millum júst hesi liðini.
Les meira: KÍ kann enda í bólki saman við Slovan Bratislava
Eisini skal KÍ spæla móti Olimpija Ljubljana úr Slovania og Lille úr Fraklandi í bólki A.
Soleiðis síggja bólkarnir út:
