Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Meira enn 80 nýggj lesandi á KT-útbúgvingunum á Fróðskaparsetrinum

KT-felagið fegnast um góðu gongdina

Ulla Joensen, forkvinna í KT-felagnum fegnast um, at so nógvir næmingar eru byrjaðir upp á KT-útbúgvingar í Føroyum

– Tað hevur alstóran týdning at varðveita KT-fólk í Føroyum, um vit sum samfelag skulu fylgja við í tøknuligu mennigini, sigur hon við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.

Heimasíðan skrivar, at tað hevur verið eitt aðalmál hjá KT-felagnum í nógv ár, at KT-útbúgvingar gerast meira atkomuligar í Føroyum.

Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út fleiri ymiskar KT-útbúgvingar, har millum annað kunnu nevnast bachelor-útbúgvingin í KT-verkfrøði, master-útbúgvingin í dátuvísindum og diplom-útbúgvingin í web-menning.

– Tað hevur stóran týdning, at frálæran tekur støði í føroyska samfelagnum og teimum avbjóðingum, vit hava her, sigur forkvinnan í KT-felagnum.

Kelda: Vinnuhúsið