Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ókeypis poddvarp frá Frælsisbrævinum hvønn fríggjadag

Fríggjadagsflaggskipið hjá Frihedsbrevet, Frímælt, verður nú ókeypis og atkomuligt fyri øll

Fríggjadagsflaggskipið hjá Frihedsbrevet, Frímælt, verður nú ókeypis og atkomuligt fyri øll. Frímælt er rúmið, har vikan verður vend. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.

Eftir níggju mánaðir á baki, letur Frihedsbrevet nú eitt av vikuligu poddvørpunum út ókeypis.

– Frímælt hevur verið sera væl umtókt síðani vit byrjaðu. Tað er eitt frírúm, har vit bjóða áhugaverdum gestum inn at tosa um tað, sum rørir seg júst nú. Vit hava nú avgjørt, at hetta skal vera atkomuligt hjá øllum í eina tíð, sigur Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet.fo

Frihedsbrevet er gravandi journalistikkur, sum greinar og poddvørp.

Í so máta er Frímælt øðrvísi. Frímælt er vikuliga íkastið, sum á óhátíðarligan, undirhaldandi og perspektiverandi hátt vendir aktuellum evnum og skeivum søgum.

Longu nú er ein ókeypis partur úti.

Í Frímælt hesa ferð venda tey wrestling. Tónleikarin Fríði Djurhuus hevur verið á Wembley saman við 81.000 øðrum áskoðarum og hugt eftir wrestling, sum hann kallar list.

Tey tosa eisini um, hvussu Tórshavnar kommuna púra tilvildarligt – ella var tað nú tað – gloymdi at senda fýra tey mest týdningarmiklu skjølini, tá tey annars sendu 400 onnur skjøl í einum máli um, at kommunan hevur brúkt eina millión krónur, uttan at hetta er politiskt samtykt.

Christiania er eisini á breddanum, nú Pusher Street enn eina ferð skal lata aftur – og so viðgera tey tónleikapolitikkin í Kringvarpi Føroya, sum var vendur og viðgjørdur í Løkshøll í farnu viku.

Umframt Fríða Djurhuus úr Joe & The Shitboys eru Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet, gestir í Frímælt.

Les eisini...  Nýtt poddvarp: Mentanarmagasinið

Vertur er Rólant Waag Dam.

Tú finnur Frímælt á Spotify, Apple og Google Podcast.