Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Olja á vegnum úr Leirvík og niðan á Gøtueiði

Landsverk hevur fingið boð um at taka sær av tí

Politiið ávarar í morgun um hálku á vegnum úr Lervík gjøgnum Gøtu og niðan á Gøtueiði, av tí olja at er komin á vegin.

Løgreglan fekk boðini um oljuna og hálkuna klokkan trý korter til sjey í morgun, skrivar Kringvarpið.

Politiið hevur biðið Landsverk spula vegin, so trygt verður at koyra aftur.

Politiið ávarar bilførarar, at summa staðni er øgiliga hált.