Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

EPIRB signal frá føroyskum báti

Hevði mist EPIRBin millum oyggja

Leygardagin seinnapartin fekk MRCC Tórshavn boð um eitt EPIRB signal frá JRCC Trenton, ið er ein samskipanar- og sjóbjargingardeild í Kanada, sum hevur fylgissveinaeftirlit yvir sínum sjóøki, men nokk eisini hevur møguleika at fylgja við í Norðuratlantshavi, eftirsum JRCC Trenton boðaði MRCC frá, at teir høvdu sæð eitt EPIRB signal í norðurøkinum í Føroyum.

Neyðsendarin – ella EPIRBurin – blívur aktiveraður, tá hann kemur í samband við sjógv og sendir út neyðarkall.

Men MRCC kundi staðfesta beinanvegin, at báturin lá trygt við bryggju, men hevði mist EPIRBin millum oyggja, meðan siglt varð. Norðoya Bjargingarfelag gjørdi eina roynd at finna EPIRBin, men hetta eydnaðist ikki.

Uppsteðgaður eystur úr Svínoy
Seinnapartin fríggjadagin í farnu viku fekk MRCC boð um, at ein smábátur var uppsteðgaður eystur úr Svínoy og bað um hjálp. Brimul bleiv boðsendur, men báturin fekk sjálvur motorin ígongd aftur, áðrenn Brimil kom á staði og tí varð bjargingin avblást, og alt spældi væl av.