Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Katólska kirkjan aftur uttan prest

Monsignor Fleetwood kemur við lemjandi kritikki móti danska lóggávuvaldinum, nú hann hevur valt at siga seg úr starvi sum prestur og flytir av landinum. Útlendskir trúboðar hava ikki trúarfrælsi í Føroyum, sigur Fleetwood

Katólska kirkjan í Føroyum verður nú uttan sóknarprest, tí Monsignor Peter Fleetwood, sum hevur verið í starvi sum sóknarprestur í Mariukirkjuni seinastu árini, hevur sagt seg úr starvi og flytir av landinum.

Hetta sigur Monsignor Fleetwood við bretska katólska ritið The Pillar. Um orsøkirnar til at Monsignor Fleetwood tekur seg úr starvinum, sigur hann, at tær eru fleiri í tali.

Men mest tyngjandi er, at sum katólskur prestur kennir hann seg viðfarnan sum ein víðgongdan trúboðara.

Peter Fleetwood sipar til danska lóggávu, ið varð samtykt í 2016,  og sum hevði til endamáls at forða fyri, at útlendskir prædikantar komu til Danmarkar at eggja til yvirgang og víðgongdan atburð. Lóggávan varð í høvuðsheitum rættað móti útlendskum imamum, sum prædikaðu harðrent Islam, og sum eggjaðu til yvirgang móti Vesturheiminum.

Peter Fleetwood, sum sjálvur er breti, sigur seg hava fingið at vita frá donskum myndugleikum, at eisini hann kundi verða undir eftirliti, um hann segði okkurt, ið varð mett at fara út um mark.

Og við The Pillar sigur Peter Fleetwood, at hann metir hetta merkja, at danskir myndugleikar meta, at allir átrúnaðir eru møguliga vandamiklir, og at danska lóggávuvaldið ikki longur metir, at Danmark og danska kongaríkið er kristið.

Peter Fleetwood skilir ikki, at hugburðurin til fremmand trúðarsamfeløg er so fíggindasinnaður, tá hugsað verður um, at ES hevur sett inn mannarættindalóggávu í egið lóggávuverk. 

Við The Pillar sigur Peter Fleetwood, at hann metir ikki, at útlendingar í danska kongaríkinum hava trúarfrælsi.

Harumframt greiðir Peter Fleetwood frá, at lóggávan hevur gjørt tað sera trupult fyri at hann at ferðast aftur og fram millum Føroyar og útheimin.

Les eisini...  Beinleiðis á FM1 leygardagin klokkan 17: B68-EB/Streymur

Um Peter Fleetwood skuldi út um landoddarnar, skuldi hann longu ein mánaða undan fráferð biðja um innferðarloyvi aftur, og um hann ikki kom rættstundis aftur til Føroyar, varð hann noyddur at fara til donsku sendistovuna í London fyri at biðja um at sleppa inn aftur til Føroyar. Hetta kundi ikki gerast í Keypmannahavn.

Peter Fleetwood kom til Føroya at vera prestur í koronutíðini í 2020, og undan hesum var eingin fastur prestur í Mariukirkjuni. Peter Fleetwood hevði sína seinastu tænastu 20. august.

Sambært The Pillar er talið á regluligum vitjandi í Mariukirkjuni økt úr 30 og upp í umleið 90.

Tað er ikki eydnast FM1 at fáa eina viðmerking hvørki frá katólski kirkjuni í Føroyum ella Monsignor Fleetwood sjálvum.