Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eystukommuna letur pengar til fríðkan

Tað eru framvegis pengar eftir til borgarar í Eysturkommunu, ið kundu hugsað sær at farið í holt við okkurt, ið fríðkar um kommununa

Aftur í vár gav Eysturkommuna  borgarum í kommununi møguleikan at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í kommununi.

Upprunaliga eru kr. 100.000 settar av til endamálið, men bleiv ikki allur peningur latin tá. Eftir eru kr. 60.000 av játtanini og er møguleiki at søkja um stuðul aftur nú.

Freistin fyri at søkja um stuðul er 18. september 2023

Reglugerð fyri stuðulskonto til fríðkan

Eysturkommunu býráð hevur samtykt, at geva borgarum í kommununi loyvi at søkja um stuðul til ymiskar smærri verkætlanir í Eysturkommunu, sum eru alment gagnligar.

Dømi um smærri verkætlanir kunnu vera:

  • smærri gøtur
  • grøn økir
  • smærri trivnaðarøkir

Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum til at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.

Fyri at fáa játtaðan stuðul, skal verkætlanin í minsta lagi uppfylla fylgjandi treytir:

  • vera almenn gagnlig
  • hava eina kostnaðarmeting
  • hava eina tíðarætlan
  • stuðul umfatar tilfar og ikki arbeiðsløn

Umhvørvis – og trivnaðarnevndin avgerð, hvør fær stuðul.