Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Miðflokkurin vil hava Norðurlandahúsið á føroyskar hendur

Norðurlandahúsið verður brúkt til at ávirka mentan og virðir í Føroyum, og neyðugt er tí at yvirtaka Norðurlandahúsið á føroyskar hendur, heldur Miðflokkurin. Uppskot til samtyktar verður viðgjørt í tinginum í dag

Tað er í dag at løgtingið skal viðgera uppskotið hjá Miðflokkinum um at kanna møguleikarnar fyri at yvirtaka Norðurlandahúsið á føroyskar hendur.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har Miðflokkurin heitir á landsstýrið um at tryggja, at Føroyar yvirtaka allan raksturin av Norðurlandahúsinum og harvið eisini manna stýrið fyri Norðurlandahúsið.

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Miðflokkurin, at onnur norðurlond brúka Norðurlandahúsið til at ávirka grundleggjandi mentan og virðir í Føroyum, og at hetta er nakað, sum føroyingar sjálvir eiga at sleppa at mynda.

-Norðurlandahúsið verður javnan brúkt til at ávirka børn, ung og vaksin í djúpt politiskum spurningum, sum Løgtingið hevur felt, ikki hevur tikið støðu til ella mál, sum føroyingar annars eru tvíbýttir í, sigur Miðflokkurin.

Miðlfokkurin finst eisini at, at ælabogaflaggið, ella Pride flaggið, eina ferð um árið verður vundið á stong uttan fyri Norðurlandahúsið, samstundis sum at merkið verður tikið niður, sum Miðflokkurin sigur.

-Merkið, sum umboðar allar føroyingar, verður vrakað, meðan eitt annað flagg verður lyft upp, sum umboðar eina ideologi, ið langt frá alir føroyingar taka undir við, sigur Miðflokkurin.

Tað er kortini ikki heilt rætt, at Norðurlandahúsið tekur Merkið niður fyri ístaðin at vinda Pride fløgg á stong.

Allar dagar á árinum veittra vimplar frá øllum norðurlondum á stong, undantikið tá merkisdagar eru, og tá verða røttu fløggini vundin á stong. Eina ferð um árið verða pride vimplar vundnir á stong ístaðin fyri hinar vimplarnar, men hetta er ikki á einum merkisdegi ella almennum flaggdegi, og av somu orsøk eru tað ikki fløgg – men vimplar – sum verða útskift.

Les eisini...  Myndir frá New York

Norðurlandahúsið varð stovnað av Norðurlendska Ráðharraráðnum og Føroya Landsstýri í 1983, og tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, ið stendur fyri størsta partinum av fíggingini hjá Norðurlandahúsinum.

Í ársroknskapinum hjá Norðurlandahúsinum fyri 2022 stendur, at Norðurlandahúsið hevði 24,9 milliónir krónur í inntøkum.

Av teimum komu 14.4 milliónur krónur frá Norðurlendska Ráðharraráðnum, og bert 1,7 milliónir krónur komu frá landsstýrinum.

Hinar 8,7 milliónirnar komu aðrastaðni frá, millum annað 2,7 milliónir krónur í verkætlanarstuðli frá  Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Miðflokkurin metir tað kortini ikki vera neyðugt, at allar tær 14,4 milliónirnar, sum í dag koma frá Norðurlendska ráðharraráðnum, frameftir skulu flytast yvir á fíggjarlógina, tí sambært Miðflokkinum verður tað ein møguleiki at minka ella vaksa um virksemið hjá Norðurlandahúsinum.

Eisini verður tað ein møguleiki, at Norðurlendska ráðharraráðið framhaldandi fer at fíggja ein part av virkseminum, hóast Føroyar fáa fult ræði á Norðurlandahúsinum, sigur Miðflokkurin.