Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Margit loysir Áslu av

Signe Pries Andersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur tikið 20 spælarar út til UEFA Nations League dystirnar móti Montenegro og Aserbadjan, sum vera á útivølli tíðliga í desember. Ásla Johannesen hevur givið avboð

Tveir dystir í UEFA Nations League hjá kvinnum eru á skránni í næstum, tá útidystirnir ímóti Montenegro og Aserbadjan verða spældir ávikavist 1. og 5. desember. Og harvið verður síðsta punktum fyri føroyska fótbóltsárinum 2023 eisini sett.

Signe Pries Andersen er venjari hjá A-landsliðnum, og hon hevur nú sett navn á tær 20, ið eru boðsendar til ársins síðstu landsliðsuppgávur.

Ein broyting er gjørd í hópinum í mun til seinast. Av persónligum orsøkum er liðskiparin, Ásla Johannesen ikki tøk hesaferð, og í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Margit Magnusdóttir úr 07 Vestur.

Hópurin sær soleiðis út:
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ Klaksvík
Valborg Østerø, B36 Tórshavn
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)
Mona Rasmusdóttir, FC Thy Thisted Q (Danmark)
Rúna Jacobsen, HB Tórshavn
Ása Stórá Carlsen, HB Tórshavn
Fridrikka Maria Clementsen, HB Tórshavn
Sunneva Willemoes, HB Tórshavn
Margit Magnusdóttir, 07 Vestur
Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ Klaksvík
Rebekka Benbakoura, KÍ Klaksvík
Birita Ryan, KÍ Klaksvík
Tóra Mohr, KÍ Klaksvík
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ Klaksvík
Eyðvør Klakstein, KÍ Klaksvík
Malena Olsen, KÍ Klaksvík
Sara Samson Lamhauge, NSÍ Runavík
Heidi Sevdal, NSÍ Runavík
Margunn Lindholm, NSÍ Runavík (skiftir til KÍ)

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo