Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

A-liðið í Stjórnini – politikkur á skák, diskar upp við góðum kjaki í dag kl. 17.10

Hvønn mikudag eru Árni Gregersen, Jóannes Eidesgaard, Torbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen vertir og gestir í sendingini Stjórnin – politikkur á skák. Teir kjakast um tað, sum flytir seg í politiska heiminum her í Føroyum og í dag munnu teir nokk fara at koma inn á Búskaparráðið, russaramálið og onnur mál.

Lurtið við á fm1 eftir tíðindini kl. 17.00 í dag.

Sendingin verður løgd út á heimasíðuna aftaná um tú ikki nært at lurta í radio ella á www.fm1.fo