Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

100 prosent fokuseraðir upp á Pólland

Føroyski landsliðsvenjarin fokuserar bara upp á Pólland-dystin, men heldur ætlanin ikki, so mugu broytingar gerast við Moldova-dystinum í hyggju

Landsliðið 2023 seinna helvt

(Narodowy-leikvøllurin í Varsjava, Póllandi)

– Er Lewandowski klárur at møta Gunnari?

Soleiðis tók føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, til, tá hann og Gunnar Vatnhamar vórðu spurdir, um teir vóru til reiðar at møta pólska stjørnuframherjanum, Robert Lewandowski.

Eftir at fyrst at vera beindir henda vegin, og so hinvegin, so komu føroysku miðlarnir átta minuttir yvir tíðina til tíðindafundin á Narodowy-leikvøllinum í Varsjava, har føroyski landsliðsvenjarin og Gunnar Vatnhamar sótu og bíðaðu eftir føroysku miðlunum, so tíðindafundurin kundi byrja.

Håkan Ericson legði fyri við at siga, at føroyski hópurin hevði havt nakrar góðar dagar í Malmø, har landsliðshópurin hevur fyrireikað seg í nakrar dagar undan fráferðini til Póllands.

– Vit møta einum góðum liði á einum góðum leikvølli. Hetta verður ein góð roynd fyri mínar spælarar, sum fara við fullum fokusi til Póllands-dystin. Vit hava sæð, hvussu væl KÍ hevur gjørt tað úti í Evropa í summar, og tað skulu vit taka við á landsliðið eisini, sigur Håkan Ericson.

Hóast føroyska liðið er 100 prosent fokuserað til Póllands-dystin, so hevur føroyski landsliðsvenjarin ein plan B til reiðar.

– Vit hava lagt eina dystarætlan til hendan dystin, men miseydnast hendan ætlanin, so mugu vit nokk taka nøkur atlit við Moldova-dystin í hyggju, tí tað verður ein lagnudystur fyri okkum, greiðir hann frá.

Miðlarnir í Póllandi hava seinastu dagarnar skriva dúgliga um innanhýsis kreppuna í pólska hópinum undan dystinum móti Føroyum, eftir at pólski liðskiparin, Robert Lewandowski, í samrøðu tveir dagar undan pólsku landsliðssamlingini, hartaði sínar egnu spælarar fyri ikki at hava nóg stóra persónligheit á vøllinum, men hetta er ikki nakað, sum føroyski landsliðsvenjarin kann brúka til nakað.

Les eisini...  Mikkjal Thomassen besti venjarin í mai

– Eg eri gjørdur kunnigur um hetta her – um tvídráttin í pólska hópinum, men tað kunnu vit ikki brúka til nakað. Vit fokusera bara upp á okkum sjálvar. Pólski liðskiparin (Robert Lewandowski, red.) brúkar kanska hetta fyri at fáa eina reaktión frá sínum spælarum móti Føroyum, sigur Håkan Ericson.

EM-undankappingardysturin í bólki E millum Pólland og Føroyar byrjar klokkan 19.45 hóskvøldið.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum, og frásøgumaður verður Rúni á Reynatrøð.

Landsliðið 2023 seinna helvt