Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Biograflógin skal setast úr gildi

Lógin um biografar er eitt óneyðugt bureaukratiskt fyribrigdi, sum eftirhondini er vorðin ótíðarhóskandi. Sirið Stenberg hevur lagt uppskot fyri tingið um at avtaka biograflógina

Frameftir skal tað ikki vera neyðugt at biðja landsstýrisfólkið í mentamálum um loyvi, um tú ætlar at stovna ein biograf, ella um tú ætlar at hava almenna filmssýning.

Tað er ætlanin í einum uppskoti, ið Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur lagt fyri tingið.

Sum støðan er í dag skulu øll, ið ynskja at seta á stovn ein biograf, biðja landsstýrið um loyvi, og loyvini skulu endurnýggjast 5. Hvørt ár. Tá loyvini skulu endurnýggjast, skulu ummæli frá kommununi og løgregluni sendast við.

Men skipanin er ótíðarhóskandi, og harumframt er hon merkt av tilvild, sigur mentamálaráðið í viðmerkignunum. Ta ðer er sera sjáldan, at tey, ið hava filmssýningar, av sínum eintingum søkja Almanna- og mentamálaráðið um loyvi, men ráðið má hinvegin venda sær til fyriskipararnar, so hvørt tað frættist um ætlanir at hava almennar filmssýningar.

Skipanin verður heldur ikki mett at vera í samsvari við ynskið hjá samgonguni um armslongd millum myndugleika og mentan á mentanarøkinum.

Harumframt vísir løgtingslógin um biografar til løgtingslógina um filmseftirlit, ið varð sett úr gildi við lógini um miðlaráð til verju fyri børn og ung frá 2007.