
– Er Lewandowski klárur at møta Gunnari?
Føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, var skjótur at verja sín spælara, tá Gunnar Vatnhamar varð spurdur, um hann var til reiðar at møta pólska stjørnuframherjan, Robert Lewandowski.
Eftir tíðindafundin tosaði frásøgumaðurin fyri FM1 í annaðkvøld, Rúni á Reynatrøð, við bygdamannin hjá sær úr Leirvík, Gunnar Vatnhamar – har vit fingu staðfest, hvussu nógv fólk búgva í Leirvík – hvussu tað verður at møta pólska framherjanum og liðskiparanum, Robert Lewandowski.
– Tað er líka mikið hvørjum eg spæli ímóti. Tað handlar altíð um at gera sítt besta. Vit fara at berjast fyri einum góðum úrsliti í annaðkvøld, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur fyrrverandi og núverandi Víkinga-spælararin.
– Tað verður eisini spennandi at spæla á hesum stóra leikvøllinum. Eg haldi ikki, at eg havi spælt á einum so stórum leikvølli áður, sigur Gunnar Vatnhamar.
Hoyr samrøðuna her:


