
– Vit koma at spæla við einari 5-4-1 leikskipan, sum riggaði væl heima og úti ímóti Danmark og Skotlandi heima, har vit mugu gera tað torført hjá pólsku spælarunum at spæla innum føroysku verjuna.
Tað sigur føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, nú seinastu fyrireikingarnar til dystin móti Póllandi eru komnar undir land, eftir at liðið vandi á PGE Narodowy-leikvøllinum í Varsjava, sum tekur umleið 59.000 fólk.
– Kenslan er góð, nú vit hava vant á einum góðum vølli á einum fantastiskum leikvølli, men vit mugu ásanna, at vit koma undir stórt trýst í annaðkvøld, og so mugu vit royna at standa ímóti trýstinum og royna at skapa nakrar málmøguleikar, tá møguleikan bjóðar seg, sigur føroyski landsliðsvenjarin.
Hoyr samrøðuna, sum Rúni á Reynatrøð hevði við Håkan Ericson her:


